Borðspøl
Eitt borðspæl er eitt hvørt spæl sum verður leikt á einum borði við prikkum sum verða fluttir á borðinum. Nøkur dømir uppá borðspøl eru talv, damm, go, othello og trivial pursuit. Nøkur føroysk dømir eru landastrok og kánus. Fyri 4.000 árum síðan funnu fólk uppá at leika á borði. Talv og damm t.d. sýndu í fyrstuni vígvøll, har leikarar tóku hermenn hjá fíggindanum fangar. Í spælinum backgammon verður fólkið flutt ígjøgnum fíggindaland. Í summum nýmótans spølum stendur tó ikki um lív, eitt nú í matador, har tú keypir og selur fastogn.