Bodensee (Lake Constance á enskum) er eitt vatn, sum liggur á markinum millum Týskland, Eysturríki og Sveis. Vatnið, ið er triðstørsta í Miðevropa, er 63 km til longdar, 14 km breitt og 536 ferkilometrar til víddar. Tað verður vanliga býtt í tveir partar, Obersee (473 km²) og Untersee (63 km²).[1]

Bodensee úr erva.
Bodensee nærhendis Lindau í 2008.
Býirnir fram við vatninum.

Ríná rennur ígjøgnum vatnið. Tann parturin av Rínánni sum rennur í vatnið á eystara endanum eitur "Alpenrhein", parturin sum rennur millum Obersee og Untersee kallast "Seerhein" og tann parturin sum rennur úr vatninum á ytra vestara endanum verður nevndur "Hochrhein".

Størstu oyggjarnar í vatninum eru "Reichenau" sum liggur í Untersee, oyggin "Lindau" í eystara parti av Obersee, og oyggin "Mainau", ið liggur í útnyrðingsparti av Obersee sum vanliga verður nevndur "Überlinger See".

Kendastu býirnir fram við vatninum eru Konstanz, Meersburg, Friedrichshafen og Lindau, sum liggja fram við norðara strondini á vatninum í Týsklandi. Bregenz liggur á ytra eystara enda av vatni í Eysturríki og býirnir Rorschach, Romanshorn og Kreuzlingen liggja fram við sunnara strondini á vatninum í Sveis.

Slóðir úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 47°38′0″N 9°22′0″E / 47.63333°N 9.36667°E / 47.63333; 9.36667

Keldur rætta

  1. Seedaten Archived 2018-03-01 at the Wayback Machine, igkb.org