Bloggur
Bloggur ella blogga (blog á enskum) er stytting fyri weblog. Fenomenið kom í einaferð í 1990'unum, men nágreiniliga tíðarfestingin er ring at áseta, av tí at tað eisini er ein definitiónsspurningur, júst hvat ger, at ein blog er ein blog.
Heitið
rættaUpprunaliga heitið weblog er samansett av web (fyri internet) og log (eins og í orðinum logbók). Tann sum skrivar ein blog, nevnist ein bloggari. Sagnorðið verður nevnt "at blogga", og hann ella hon bloggar.
Útsjónd og innihald
rættaÚtsjóndin á eini bloggu er eisini grundleggjandi lík eini logbók; Bloggarin skrivar við jøvnum millumbilum innlegg í blogguna.
Bloggarin velur sjálvur, hvat innihaldið skal vera. Summi velja at skriva persónligar frágreiðingar um dagliga lívið - onnur velja at geva bloggur út í bók, m.a. er ein útgivin, sum nevnist The Baghdad Blog og er ein frásøgn hjá einum persóni, sum upplivir seinasta Irakkríggið innanífrá. Onnur fólk skriva um evni, sum tey hava serligan áhuga í. Soleiðis kunnu onnur, sum hava hendan serliga áhuga, nýta hesar bloggur til at fylgja við á serøkjum.
Eitt, sum ger, at bloggur bróta frá heimasíðum innihaldsliga, er, at lesarin hevur møguleika fyri at skriva viðmerkingar beinleiðis á blogguna. Tó er tað vorðið alt meira vanligt, at heimasíður hava ein innbygdan blog, so ofta munnu heimasíður nú í veruleikanum vera hybridar av gomlu formunum heimasíðu og bloggu.
Tað finnast nógvar internettænastur, har tú kanst leita eftir bloggum eftir evni, og sum eisini bjóða tær at tekna "hald" til ávísar bloggur. Fólk kring allan heim skapa á hendan hátt ein virtuellan umheim, sum tykist nær, hóast landafrøðiliga langt burturi.
Dimmalætting byrjaði fyri nøkrum mánaðum síðani ein fastan tátt, sum kallast Bloggan, har fýra føroyskar kvinnur skiftast um at skriva eina persónliga klummu um okkurt, tær hava áhuga fyri. Navnið Bloggan sigur Dimmalætting vera eina konstrueraða kvennkynsútgávu av blog, og formurin á klummuni er undirhaldandi, samstundis sum innihaldið er tankavekjandi og ofta provokerandi - eins og tað ofta er í teimum bloggum, ið veruliga fáa fastar lesarar á internetinum.
Bloggur útgivnar í bók
rætta- Salam Pax: The Baghdad Blog. Guardian Books (2003)