Bitland er smápartafelag og verkætlan, sum skal stimbra nýskapan og altjóðagerð innan tøknifyritøkur í Føroyum. Felagið varð stovnað í 2004 av 12 føroyskum fyritøkum.[1] Undir Bitland paraplyini húsast ikki færri enn 15 fyritøkur við 35 fólkum. Stjóri í Bitland er Ólavur Gregersen.

Ætlanin er at venda lítlu støddini á Føroyalandi til fyrimun. Hugsanin er at Føroyar eru eitt fullkomiliga nýmótans samfelag, hvat tøkni viðvíkir. Og av tí at Føroyar eru so lítlar, er lutfalsliga bíligt at royna nýggja tøkni í Føroyum enn í øðrum (stórum) londum. Hetta nýskapandi virksemið í Føroyum skal so skapa arbeiði til føroyskar tøkniligar fyritøkur.

Virksemi

rætta

Bitland nágreinir sítt virksemi at fevna um:

  • at marknaðarføra hugtakið Bitland innanlands og uttanlands,
  • at lofta og taka stig til nýggj hugskot við virknum netverki,
  • at lætta um og ráðgeva í sambondum innan- og uttanlands,
  • at vegleiða og midla verkætlanum fíggjarligan stuðul og íløgur og
  • at Bitland skal vera miðdepil fyri nýskapan og gagnnýtslu av tøkni í Føroyum.

Við hesum virksemi er ætlanin at Føroyar skulu vinna framá í kappingini móti øðrum londum innan tøkni.

Fríggjadagin 30. mai 2003 kl. 9:00 var almennur tíðindafundur, har Bitland verkætlanin alment kunngjørd.

Feløgini í Bitland

rætta

Smápartafelagið Bitland varð stovnað av 12 fyritøkum. Hesi eru:

Nevndin

rætta

Í nevndini hjá Smápartafelagnum Bitland sita:

Keldur

rætta
  1. Framtak.fo, Bitland fingið nýggjar eigarar[deyð leinkja]

Slóðir úteftir

rætta