Biskupskelda er eitt føroyskt mikrobryggjarí, sum bryggjar ófiltrerað spesialøl við handkraft (craft beer).

Bryggjaríið varð stovnað í 2021, hevur heimstað í Vági, og er fyrsta góðkenda bryggjarí í Suðuroynni[1]. Frá byrjan hevur Biskupskelda framleitt 2500 øl um mánaðin[2].

Um Biskupskeldu

rætta

Navnið á bryggjarínum kemur frá einari keldu, sum er at finna við bygdagøtuna millum Vág og Fámjin, nakað sunnanfyri Ryskivatn. Navnið á kelduni er elligamalt, og man veit ikki nær ella hvaðan navnið stavar. Í gomlum døgum plagdu fólk at drekka av kelduni, sum segðist at verða ein heilsubótarkelda. Hóast vatnið í ølinum frá Biskupskeldu ikki eru úr kelduni sjálvari, so stavar tað frá økinum, har ið Biskupskelda er[3].

Eins og navnið á bryggjarínum sipar til eitt søguligt stað, eru ølirnar í framleiðsluni hjá Biskupskeldu eisini sipandi til sagnir úr Suðuroynni.

Vørur

rætta
  • Huldugentan - NEIPA øl við smakki av sitrus og frukt. 5,8% alc.
  • Ottar - ljós gulløl við smakki av humlu, karamel, blómu og hunangi. 5,8% alc.
  • Snæbjørn - pilsnar øl. 4,6% alc.

Keldulisti

rætta
  1. "Nýtt bryggjarí í Vági". Suðurrás. 17-02-2021. https://sudurras.fo/?p=17066. Heintað 26-02-2021. 
  2. "Um okkum". Biskupskelda. https://biskupskelda.fo/um-okkum/. Heintað 26-02-2021. 
  3. "Um Biskupskeldu". Biskupskelda. https://biskupskelda.fo/um-biskupskeldu/. Heintað 26-02-2021.