Bergur Rønne Moberg

Bergur Rønne Moberg (fyrr Hansen) er føddur í 1965, uppvaksin í Kollafirði. Hann er útbúgvin magistari í norðurlendskum á Københavns Universitet, seinni bleiv hann eisini ph.d. Hann starvast sum eksternur lektari á Institut for Nordiske Studier og Sprogvidenskab í Keypmannahavn.[1]

"Á langbylgju" er fyrsta yrkingasavnið hjá høvundinum, sum í mong ár hevur verið kendur sum ummælari og greinskrivari.

Útgávur rætta

  • Barn av grundsøgum. Greinir, 2008.
  • Ongar planir fyri næsta sunnudag. Yrkingar, 2007.
  • Tá søgan byrjar á staðnum. Greinasavn, 2006.
  • Á langbylgju. Yrkingar, 2006.
  • Bundin av undirsjónum. Um yrkingarnar hjá Karsten Hoydal, 1999.

Keldur rætta

  1. MS.fo