Bergur Dalsgaard er ein føroyskur listamaður og rithøvundur, ið hevur útgivið tvær bøkur um Børk Hanagleiv.[1]

Um Børk Hanagleiv

rætta

Børkur Hanagleiv er ein føroysk teknirøð, sum[Bergur skrivar og teknar. Teknirøðin var fyrstu ferð at síggja í 1985, tá hon varð útgivin í tíðindablaðnum 14. september undir heitinum "Sigmar Hanagleiv og aðrir". Í 1986 kom teknirøðin í Barnablaðið, har hon helt fram við onkrum støðgi til 1994. Í 2000 fekk Børkur so pláss í Dimmu, har hann kundi lesast hvørja viku fram til 2008. Í 2004 kom hann aftur í Barnablaðið, har hann nú er at síggja í litum.

Útgivin eru tvey albumm við Børki Hanagleiv, eitt í 2007 og eitt í 2009.

Tey leikandi

rætta
  • Børkur Hanagleiv
  • Skræða, mamma Børks
  • Gákur, pápi Børks
  • Stavnur, vinmaður Børks
  • Tyrilson, vinmaður Børks
  • Sirma, lítlasystir Stavns
  • Hýsan, systinabarn Børks

Myndir

rætta

Keldur

rætta
  1. Bokhaldil.fo, Bergur Dalsgaard.

Ávísing úteftir

rætta