Bergtóra Høgnadóttir Joensen

Føroyskur politikari og sosialráðgevi

Bergtóra Høgnadóttir Joensen (fødd 15. februar 1971) er ein føroyskur politikari (Tjóðveldi) og sosialráðgevi. Hon varð útbúgvin sum sosialráðgevi í 1997 og sum Supervisor í 2000.[1] Hon hevur starvast innan ymisk øki, eitt nú sum HR-mennari hjá Eik og sum kjeikjari hjá Arbeiðsloysisskipanini. Í Keypmannahavn starvaðist hon sum málsviðgeri í sosialsentri í 1997, og árið eftir sum sosialráðgevi í Kriminalforsorgini í Danmark. 1998 til 2004 starvaðist hon sum virkiskonsulentur í Keypmannahavn. Hon var forkvinna í Sosialráðgevarafelag Føroya frá 2005 til 2007. Hon varð vald inn á Føroya Løgting á løgtingsvalinum 2008, og var framsøgufólk fyri Tjóðveldi, meðan Annita á Fríðriksmørk var í farloyvi.

Bergtóra Høgnadóttir Joensen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 15. feb 1971
Starv politikari, Bachelor of Social Work
Politiskur flokkur Tjóðveldi
Foreldur móðir Karin Kjølbro faðir Høgni Debes Joensen
Dátuheiti

Bergtóra býr í Hoyvík við manni og børnum. Hon er dóttir Karin Kjølbro, sum var onnur av fyrstu føroysku kvinnunum ið vóru valdar inn á Føroya Løgting, og Høgna Debes Joensen, landslækna.

Keldur rætta

  1. "kveik.fo". http://www.kveik.fo/DesktopModules/HRDB/HRDBPre.aspx?PersonID=251&mid=664. Heintað 2014-06-29.