Beaufort-talvan
Beaufort-talvan er ein empiriskur háttur at máta vindmegina mest grundað á sjó- og alduumstøður. Fulla navnið er Beaufort-vindmegistalvan.
Beaufort | Navn | Vindferð m/s | Lýsing á sjógvi | Lýsing á landi |
0 |
Logn | 0,0 - 0,2 | Havið spegilsblankt. | Roykur fer beint upp í loft ella í ymsar ættir. |
1 |
Fleyr | 0,3 - 1,5 | Ein farri vísir, hvaðan fleyrið kemur. | Roykur úr ymsum skorsteinum fer somu leið. Ein vimpil mest sum ikki rørist. |
2 |
Lot | 1,6 - 3,3 | Smáir vindgarðar vísa týðuliga ættina. | Ein vimpil lættir sær, eitt flagg hongur slekt. |
3 |
Gul | 3,4 - 5,4 | Vindgarðar byrja at hvítna. | Ein vimpil strekkir seg, eitt flagg lættir sær á. |
4 |
Andøvsgul | 5,5 - 7,9 | Stór fløgg strekkjast og vindgarðar hvítna dúgliga. | Eitt flagg strekkir seg. |
5 |
Stívt andøvsgul | 8,0 - 10,7 | Vindaldan miðalstór og samanhangandi við hvítum ryggi. | Byrjandi krøpp aldugerð á tjørnum og vøtnum. |
6 |
Strúkur í vindi | 10,8 - 13,8 | Tað byrjar at hvítna í lofttræðrum. Stórar hvítryggjutar aldur. | Vindur ímóti merkist týðuliga. |
7 |
Hvassur vindur | 13,9 - 17,1 | Møðsamt at ganga ímóti ættini. Skúm frá brótandi vindaldu byrjar at fúka eftir sjónum. | Møðsamt at ganga ímóti vindinum. |
8 |
Skrið | 17,2 - 20,7 | Tað byrjar at taka leyst. Torført at ganga ímóti ættini. | Maður, ið gongur ímóti vindinum, má steðga av og á. |
9 |
Stormur | 20,8 - 24,4 | Glaðustrok, stórur sjógvur, sum byrjar at bróta, havið tætt av skúmfroða. | Maður, ið gongur ímóti vindinum, má ofta steðga á og hevur ilt við at standa stillur. |
10 |
Hvassur stormur | 24,5 - 28,4 | Ógvuliga stórur sjógvur, sjógvurin næstan allur hvítur. | Ilt er at fóta sær uttan at flyta føturnar av og á. |
11 |
Kolandi stormur | 28,5 - 32,6 | Skaðavindur, allur sjógvurin hvítur frá stórum brotasjógvi. | Stórur vindskaði. Fyri at standa má maður halda seg fastan. |
12 |
Ódn | 32,7 - | Himmal og hav í einum roki. . | Av mesta skaða. |