Bassel Khartabil
Bassel Khartabil (Arabiskt: باسل خرطبيل) eisini kendur sum Bassel Safadi (Arabiskt: باسل صفدي) (føddur 22. mai 1981 í Damascus) er ein palestinskur sýri, open-source ritbúnamennari. Síðan 15. mars 2012, ið var eitt ára dagurin fyri byrjanina av sýriska uppreistrinum, ið var byrjanin til borgarakríggið, hevur hann verið fongslaður av sýrisku stjórnini, tey fyrstu árini sat hann í Adra fongslinum.[1] Frá 3. oktober 2015 er hann blivin fluttur til eitt ókent stað, og hildið verður, at hann møguliga verður førdur fyri ein hermaðarligan dómstól at verða dømdur.[2][3] Hin 7. oktober 2015 sendu Human Rights Watch og 30 onnur mannarættindafeløg eitt bræv, har ið tey krevja, at tað verður almannakunngjørt, hvagar ið Kartabil er førdur.[4] Hin 11. november 2015 hoyrdist tað sum óváttað tíðindi, at Khartabil í loyndum var dømdur til deyða.[5][6]
Bassel Khartabil Arabiskt: باسل خرطبيل | |
---|---|
Fødd(ur) |
Bassel Khartabil mai 22, 1981 Damascus, Sýria |
Bústaður | Damascus, Sýria |
Tjóðskapur | Sýriskur |
Starv | Forritari |
Kend(ur) fyri | Aiki Framework, Openclipart, Open Font Library, Fabricatorz, Mozilla, Creative Commons |
Virðislønir | Index on Censorship 2013 Digital Freedom Award |
Khartabil varð føddur í og uppvaksin í Sýria, har hann gjørdist serfrøðingur í menning av open source ritbúnaði. Hann hevur verið CTO og samstovnari av felags granskingarfyritøkuni Aiki Lab[7] og var CTO á Al-Aous,[8] ein útgávu- og granskingarstovnur, ið arbeiðir við forfrøðiligari vísund og list í Sýria. Hann hevur virkað sum verkætlanarleiðari og alment umboð fyri Creative Commons Syria,[9] og hevur lagt arbeiði í Mozilla Firefox, Wikipedia, Openclipart, Fabricatorz, og Sharism.[10] Hann hevur fingið æruna fyri at lata upp alnetið í Sýria og at víðka um møgulleikarnar hjá sýriska fólkinum fyri at fáa atgongd til og kunnleika til internetið.[11]
Privatlív
rættaBassel varð handtikin fáir dagar, áðrenn hann skuldi giftast við Noura Ghazi, ein advokatur og mannarættindastríðskvinnu. Tey blivu gift seinni sama ár, meðan hann sat í fongsli. Parið hittist fyrstu ferð í Douma í apríl 2011, eftir eina mótmælisgongu.[12]
Valentinesdagin 2015 kunngjørdi Noura eitt kærleiksbræv, ið hon hevði skrivað til Bassel, har hon hugleiðir um tað ið er farið fram í Sýria í tíðini, meðan Bassel hevur verið í fongsli.
Bassel, eg eri sera bangin, eg eri bangin um landið ið verður slaktað, býtt sundur, bløðir, verður oyðilagt.. Á Bassel, eg eri sera bangin fyri, at okkara dreymur um at okkara ættarlið skuldi fría okkara land, nú broytist til at vit verða vitni til at landið verður lagt í oyði. Á Bassel, eg eri sera bangin …
—Noura Ghazi, Eitt kærleiksbræv til fongslaða sýrisk-palestinan Bassel Khartabil [13]
Keldur
rætta- ↑ "#FREEBASSEL: a campaign to free Bassel Khartabil from Syrian jail". Al Bawaba. 4 July 2012. http://www.albawaba.com/blog_roundup/freebassel-kharatable-syria-432588. Heintað 5 July 2012.
- ↑ "WE NEED EVERYBODY’S HELP TO #FREEBASSEL". 2015-10-03. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-10-03. https://web.archive.org/web/20151003190157/http://mediaoriente.com/2015/10/03/we-need-everybodys-help-to-freebassel/. Heintað 2015-11-25.
- ↑ Amira Al Hussaini (2015-10-03). "Fears for Imprisoned Syrian Blogger Bassel Khartabil, Transferred to an Unknown Location". Global Voices. https://globalvoices.org/2015/10/03/free-bassel-fears-for-imprisoned-syrian-palestinian-blogger-bassel-khartabil-after-he-was-moved-to-an-unknown-location/.
- ↑ "Syria: Disclose Whereabouts of Detained Freedom of Expression Advocate". Human Rights Watch. 2015-10-07. https://www.hrw.org/news/2015/10/07/syria-disclose-whereabouts-detained-freedom-expression-advocate.
- ↑ "IGF 2015 Flyer on Bassel Khartabil". https://www.eff.org/. https://www.eff.org/document/igf-2015-flyer-bassel-khartabil. Heintað 2015-11-15.
- ↑ "#FreeBassel: Death Sentence Rumored for Syrian Web Developer". https://globalvoices.org/2015/11/13/freebassel-death-sentence-rumored-for-syrian-web-developer/. Heintað 2015-11-15.
- ↑ "Aiki lab". http://hackerspaces.org/wiki/Aiki_lab.
- ↑ الأوس للنشر. "الأوس للنشر". http://www.al-aous.com/. Heintað 2015-11-25.
- ↑ "Syria". http://wiki.creativecommons.org/Syria.
- ↑ "Threatened Voices / Bloggers / Bassel (Safadi) Khartabil". http://threatened.globalvoicesonline.org/blogger/bassel-safadi-khartabil.
- ↑ "Request for Written Answer on the Question of the Imprisonment of Bassel Safadi Khartabil". European Parliament. 18 March 2014. http://www.europarl.europa.eu/sides/getDoc.do?pubRef=-//EP//TEXT+WQ+E-2013-014046+0+DOC+XML+V0//EN. Heintað 9 April 2014.
- ↑ "Stories from the Syrian Revolution: Love in the Time of Revolution is a Revolution". Free Syrian Translators. 1 September 2013. http://freesyriantranslators.net/2013/02/14/stories-from-the-syrian-revolution-love-in-the-time-of-revolution-is-a-revolution/. Heintað 15 March 2014.
- ↑ "A Love Letter to Jailed Syrian-Palestinian Bassel Khartabil". Global Voices. 23 February 2015. http://globalvoicesonline.org/2015/02/23/a-love-letter-to-jailed-syrian-palestinian-bassel-khartabil/. Heintað 15 March 2015.