Barbara við Kvíggjá
Barbara við Kvíggjá (Gandakellingin úr Kvíggjá). - Fødd umleið 1640.
Í 1667 vóru Abraham Isaksen og systir hansara Barbara Isaksdatter við Kvíggjá í rættinum ákærd fyri gand. – Joen Joensen úr Hørg og Katrine Joensdatter úr Laðangarði høvdu reist ákæru ímóti teimum. - Joen Joensen ákærdi Barbaru fyri at hava gjørt seg sjúkan, við at brúka ein ganda-stein, tí tey sótu ikki um sátt bæði. Katrine Joensdatter førdi fram at Kvíggjafólkini høvdu lovað henni at hon skuldi koma at sita einkja og hetta var eisini hent.
Abraham og Barbara blivu tó fríkend á tingi. Men tað sigst at Barbara lovaði ongantíð aftur at nýta ganda-steinin og tveitti hann í Skorðafoss. – Skorðafossur er tann fossurin sum liggur tætt við húsini við Kvíggjá og sigst ganda-steinurin at liggja í Skorðafossi, tann dag í dag.
Barbara við Kvíggjá er grivin millum túgvurnar, sum síggjast á bønum omanfyri húsini við Kvíggjá. – Barbara bleiv grivin her, antin eftir egnum ynski, ella tí kirkjan ikki vild at hon skuldi í vígda jørð.
Tað sigst at gongur mann millum túgvurnar, skal mann koma út fyri eina vanlukku áðrenn árið er at enda komið.
Kona Abrahams æt eisini Barbara (Barbara Hansdatter) og var ættað úr Skálavík, men tað var systurin sum var tann kenda gandakellingin ”Barbara við Kvíggjá”.
Helst bleiv Barbara ongantíð gift og fekk heldur ikki børn. Bróðurdóttir hennara Ragnhild Abrahamsdatter, arvaði hana. Sum grundgeving fyri arvin stendur í tingbókini Anno 1696 den 9. Junii, at Ragnhild ”havde tient hende og sett hende til gode udj hendes Alderdom”.
(Aðrar frásagnir um Barbaru eru í søgnini um “Guttorm í Múla”).