Býur
Býur er stórt fjølbygt øki. Í Føroyum kunnu bygdir/býir við fleiri enn 1.500 íbúgvum nevna seg býir. Í Danmark verður orðið by ella landsby brúkt um støð, ið hava í minsta lagi 200 íbúgvar, og har ið avstandurin millum húsini er í mesta lagi 200 metrar, og har parturin av summarhúsum ikki fer uppum 50%. Í Svøríki verður orðið tätort nýtt um miðalstórir býir, meðan ort svarar nøkulunda til tað føroyska orðið bygd og stad verður nýtt um sera stórir býir.
Keldur
rætta