Býarvøksur

(Ávíst frá Býargerð)

Býarvøksur er at fólk flyta av bygd og til býir og búseta seg har. Orðið urbanisering kemur av latínska orðinum urbs, sum merkir býur. Tað merkir, at fólkið flytur av landinum og inn í býirnar. Grundin til hesa flytning er, at menniskju skifta frá 1. vinnu (framleiðir rávøru, t.d. landbúnaður og fiskiveiða) til 2. vinnu (virkar rávøruna ávegis ella til lidna vøru. Hon er ofta ídnaður) og serliga til 3. vinnu (hon veitir okkum tænastu, har vit ikki megna sjálv at gera hetta arbeiði, ella vit vilja sleppa undan. T.d. útbúgvingarverkið, handlar, flutning og heilsuverkið). Henda gongdin elvir til, at fólk flyta saman í býir at búgva. 2. vinna økir um býirnar, tí at virkini ofta verða sera stór og hava tí nógv fólk í vinnu. Tey vilja helst búgva í rímiligari nánd av arbeiðsplássinum, og somu fólk verða kundar hjá tænastuvinnuni. Urbaniseringin í ídnaðarlondunum er tí ein nátúrlig avleiðing av broytingunum í vinnulívinum.

Býarfólk í %.
Fátækrabýlingur í Hong Kong. Tílikir býarpartar eru vanligir í nógvum stórbýum í menningarlondunum. Her búgva fólk, sum eru komin til stórbýin í vónini um at fáa arbeiði. Men tey flestu verða vónsvikin og vinna ikki so mikið, at tey hava ráð til veruligan bústað.
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið