Børge Brende (føddur 25. september 1965) er norskur politikari og forseti í World Economic Forum.[1] Brende er eitt kent navn í norskum politikki, hann hevur verið virkin í Høgra síðani hann var 14 ára gamal. Hann var uttanríkisráðharri í Norra, og hevur áður verið umhvørvisráðharri og vinnumálaráðharri í Bondevik 2-stjórnini.

Børge Brende
er eitt menniskja
Fødd(ur) 25. sep 1965 í/á Odda
Alma mater Norwegian University of Science and Technology
Starv politikari, sendifólk, advokatur, søgufrøðingur, búskaparfrøðingur
Politiskur flokkur Høgri
Mál Norskt mál
Dátuheiti
ISNI 0000000035451750
VIAF 31241235
LCAuth n95032268
IMDB nm2073845
Commons Børge Brende

Brende hevur eisini verið næstformaður í Høgra frá 1994 til 1998. Brende varð valdur inn á Stórtingið til valini í 1997, 2001 og 2005. Áðrenn tað sat hann tvær setur sum varalimur til Stórtingið. Hann hevur umframt at arbeiða í World Economic Forum eisini staðið á odda fyri Norska Reyða Krossi. Norska tíðindastovan, NTB, skrivar, at Erna Solberg (H) vónar, at Børge Brende kann bøta um viðurskiftini við Kina, sum hava verið sera kaldlig, síðani kinesiski andstøðingurin, Liu Xiaobo, fekk Nobel friðarheiðurslønina í 2010. Eygleiðarar vísa á, at Børge Brende í starvi sínum sum stjóri í World Econmic Forum hevur havt beinleiðis samband við kinesiska forsætisráðharran [2].

Keldur

rætta
  1. Børge Brende í weforum.org
  2. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-10-22. https://web.archive.org/web/20131022193331/http://www.adressa.no/nyheter/innenriks/article8435369.ece. Heintað 2013-11-23. 


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið