Bólkakjak:Føroyskir rithøvundar
Latest comment: 10 ár síðan by EileenSanda
Her er okkurt galið við alfabetiseringini av rithøvundunum... --Mimir22 27. mai 2007 kl. 23:34 (UTC)
Bólkurin "Føroyskir mannligir rithøvundar" vantar (kvinnuligir er stovnað) - Skrivaði Tinakj 2. juni 2014 (minst til at signera við ~~~~ EileenSanda (talk) 2. jun 2014 kl. 21:38 (UTC))
- Ja, eg veit at tað bara er stovnaður ein bólkur við kvinnuligum rithøvundum og ikki við monnum, eg brúkti ensku Wikipedia sum fyrimynd og donsku eisini, á ensku hava tey bólkin "Women writers" har tað er býtt upp eftir tjóðskapi,øld og øðrum, á donsku hava tey Kategori:Kvindelige forfattere, men ikki somu fyri menn. Eg helt bara, at tað var best at gera tað sama her. Men tað skal eg ikki avgerða einsamøll. Á ensku Wikipediu var nýliga eitt langt kjak um hetta evni, tað vóru nøkur (serliga menn) ið ynsktu at sletta bólkarnar við kvinnum, argumentini vóru ymisk, bæði tað at tað ikki vóru tilsvarandi fyri menn og tað at tað ofta var málsliga skeivt, sagt var at onki eitur "Women writers", men tað endaði við at hesir bólkarnir yvirlivdu, tað vóru nógv, serliga fólk ið granskaðu í javnstøðu millum kynini, ið høvdu stóra gleði av at tað fanst ein bólkur har ið kvinnur vóru bólkaðar t.d. eftir starvi og øðrum. EileenSanda (talk) 2. jun 2014 kl. 21:45 (UTC)