Bárður Hansen
Bárður Hansen (føddur 13. mars 1992) er føroyskur fótbóltsleikari, miðvallaleikari. Bárður spælir við Víkingi í Vodafonedeildini[1] og á U19 landsliðnum hjá Føroyum.[2] Bárður leikti sín fyrsta dyst á besta liðnum hjá Víkingi í Vodafonedeildini í 2008 bert 16 ára gamal. Liðið hjá honum vann Løgmanssteypið í 2009. Í 2010 leikti Víkingur tveir dystir í Europa League móti turkiska liðnum Beşiktaş. Bárður leikti báðir dystirnir.[3]
Altjóða dystir fyri feløg
rættaBárður spældi tveir altjóða dystir fyri feløg í 2012, tað var móti Gomel. Gomel vann 6-0 og 4-0.[4] Í 2010 spældi hann tveir dystir móti turkiska felagnum Besiktas.
Ungdómslandsliðsleikari
rættaBáður Hansen hevur leikt við fleiri føroyskum ungdómslandsliðum.
U15
rættaÍ 2006 spældi hann við U15 í kappingini Aberdeen International Football Festival. Føroyar U15 vann kappingina fyri bólkin Dreingir U16.[5]
U17
rættaÍ 2008 leikti Bárður 3 dystir við U17 landsliðnum og í 2009 og 2010 leikti hann 5 dystir við U19 hjá Føroyum. U19 liðið sum Bárður leikti við endaði sum nummar 3 av 4 liðum. Serbia vann bólkin við 9 stigum, Grikkaland gjørdist nummar tvey við 6 stigum, Føroyar nummar 3 við 3 stigum og Hvítarussland nummar 4 somuleiðis við 3 stigum.[6]
U19
rættaBárður hevur spælt 5 dystir við U19 landsliðnum hjá Føroyum.
U21
rættaÍ 2012 spældi hann við U21 landsliðnum móti Danmark í innleiðandi umfari hin 15. august 2012. Úrslitið gjørdist javnleikur 1-1. Bárður spældi inni allan dystin.[7]