Athena
Athena (grikskt Ἀθηνᾶ ella Ἀθήνη), eisini nevnd Pallas Athena, var tann grikska gudinnan fyri strategi, kríggj og vísdóm. Hon var sett í samband við gudinnuna Menerva hjá etruskarnum og seinni av rómverjum sum Minerva. Athena fylgdist við einari lítlari uglu og bar geitaskinnsskjøldurið Aegis, ið faðir hennarar, Zevs, gav henni. Hon varð ofta hátíðarhildin saman við Nike, gudinnuni fyri sigur. Athena var eisin gudinnan fyri at vegleiða hetjur. Hon er vápnað krígsgudinna, var aldri eitt barn og altíð jómfrú (parthenos). Parthenon í Athen er hennara kendasta tempul. Hon hevði aldri nakran mann ella elskara, sjálvt um Hefaistos gjørdi eina miseydnaða roynd einaferð. Herodot og Platon hildu av misgáum, at Athena var tann sama sum gudinnan Neith hjá libyarum.
Athena | |
---|---|
Goddess of Wisdom and Crafts | |
Mattei Athena á Louvre. Rómverks avrit frá 1. øld f.Kr./e.Kr. eftir grikskum uppruna frá 4. øld f.Kr., ognað Cefisodotos ella Euphranor. | |
Abode | Mount Olympus |
Symbol | Ugla, oliventræ, slangur, skjøldur, hjelmar, spjót |
Foreldur | Metis; Metis og Zeus; Zeus[1] Hera |
Systkin | Artemis, Afrodite, Dísarnar, Graces, Ares, Apollo, Dionysus, Hebe, Hermes, Herakles, Helen of Troy, Hephaestus, Minos, Perseus, Porus |
Rómversk samsvarandi | Minerva |