Asta Nielsen
Asta Nielsen (fødd 11. september 1881 í Keypmannahavn, deyð 24. mai 1972 á Frederiksberg)[1], var ein donsk stumfilm-sjónleikarinna, ið var ein av teimum best umtóktu sjónleikarinnunum í 1910-árunum og ein av teimum fyrstu altjóða filmsstjørnunum. 70 av hennara 74 filmum vóru gjørdir í Týsklandi, har hon var kend sum Die Asta. Hon var kend fyri sínu stóru myrku eygu, maskulíknandi andliti og dreingjaliga kroppi, og hon spældi sum oftast kvinnur ið høvdu ein sterkan vilja og vóru passioneraðar. Orsakað av hennara erotisku framførslum, vóru filmar hennara nógv sensureraðir í USA. Sagt verður um hana, at hon broytti tað at spæla í filmi frá at vera teaturlíkandi til at vera meira í meira náttúrligum stíli. Hon stovnaði sítt egna filmstudio í Berlin í 1920-árunum, men flutti heimaftur til Danmarkar í 1937, eftir at nazistarnir komu til valdið í Týsklandi. Seinni gjørdist hon listakvinna og rithøvundur.
Asta varð fødd á Vesterbro í Keypmannahavn, faðir hennara var arbeiðsmaður, mamman var vaskikona. Faðir hennara var Jens Christian Nielsen (1847-1895), móðir hennara var Ida Frederikke Petersen (1843-1912). Asta varð útbúgvin á Det kongelige Teaters elevskole og spældi sjónleik á palli fyri fyrstu ferð í 1902 í Dagmarteatret, har ið hon starvaðist til 1905, og í Det Ny Teater (1908-10). Sama tíðarskeið ferðist hon eisini runt bæði í Noregi og Svøríki, men gjørdist ikki rættiliga kend, meðan hon spældi í sjónleikarhúsum.
Keldur
rætta