Arnold Schwarzenegger
Arnold Schwarzenegger (føddur 30. juli 1947 í Thal í Styria, Eysturríki) var guvernørur í statinum Kalifornia í USA. Í 1980’unum og 90’unum var Schwarzenegger ein av teimum kendastu sjónleikarunum í heiminum. Hann var kendur fyri sínar væl umtóktu actionfilmar, sum til dømis “Terminator 2” og “Predator”. Hann gavst, tá hann gjørdist guvernørur í Kalifornia í 2003, men í 2012 byrjaði hann aftur sum sjónleikari við filminum “The Expendables 2”. “The Last Stand” í 2013 er hansara fyrsti høvuðsleiklutur í 10 ár. Fyri 2 ári síðani (í 2011) bleiv hann skildur frá konuni, Mariu Schiver, eftir at hann hevði viðgingið, at hann átti eitt barn við húshjálpini [1][2].
Arnold Schwarzenegger | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 30. jul 1947 í/á Thal |
Alma mater | Santa Monica College, University of Wisconsin-Superior, University of California, Los Angeles, Ludwig Maximilian University of Munich |
Starv | sjónleikari, politikari, filmframleiðari, filmsleikari, íverksetari, kropsbyggjari, sjálvævisøguhøvundur, vinnulívsfólk, powerlifter, sjónvarpsleikari, filmsleikstjóri, sjónvarpsleikstjóri |
Politiskur flokkur | Republikanski Flokkurin |
Trúgv | Katolisisma |
Børn | Katherine Schwarzenegger, Patrick Schwarzenegger, Joseph Baena, Christina Schwarzenegger, Christopher Schwarzenegger |
Foreldur | móðir Aurelia Schwarzenegger faðir Gustav Schwarzenegger |
Mál | Týskt mál, Enskt mál, Austrian German |
Undirskrift | |
Heimasíða | https://www.schwarzenegger.com/ |
Dátuheiti | |
ISNI | 000000012136715X |
VIAF | 64196027 |
LCAuth | n79085101 |
IMDB | nm0000216 |
Commons | Arnold Schwarzenegger |
Schwarzenegger varð heimskendur sum actionstjørna í filminum "Terminator" frá ’84. Í ’91 fylgdi hann hesum filminum upp við "Terminator 2: Judgement Day" og í ´03 kom seinasti filmurin, "Terminator 3: Rise of the Machines", sum hann spældi við í. Eftir hetta varð sjónleikarin valdur til guvernør í Kalifornia og hann segði tí fyribils farvæl við Hollywoodheimin.
CBS News vil vera við, at Arnold Schwarzenegger er ein av teimum mongu, sum er ímóti nýggju lóggávuni í Arizona í 2010, sum krevur, at innflytarar skulu hava pappír á sær, sum prógva, at teir hava loyvi til at búgva í USA.
Útvortis ávísing
rættaKelda
rætta- ↑ http://www.washingtonpost.com/blogs/reliable-source/post/arnold-schwarzeneggers-new-book-a-love-letter-to-maria-shriver--and-an-attempt-to-win-her-back/2012/10/01/d77150ca-0c1a-11e2-bb5e-492c0d30bff6_blog.html
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-11-01. https://web.archive.org/web/20121101114925/http://articles.nydailynews.com/2011-04-21/news/29476785_1_governator-facebook-page-european-union. Heintað 2012-10-04.