Argjabáturin 8-mannafar

Argjabáturin er eitt føroyskt 8-mannafar sum hoyrir til Argja Róðrarfelag. Báturin er reyður við bláum stokki og drekastevnið.

Argjabáturin, 2011
Argjabáturin, føroymeistari 1997

Argjabáturin er mest vinnandi 8-mannafar og næst mest vinnandi kappróðrarbátur, í nøkrum bátaflokki, í føroyskum kappróðri yvirhøvur, við 16 føroyameistarheitum. Argjabáturin gjørdist føroymeistari í 1991, 1992, 1994, 1995, 1997, 1998, 2000, 2004, 2009, 2010, 2011, 2013, 2015, 2018, 2019 og í 2021. Argjabáturin er eisini kendur fyri at hava verið við á øllum FM-stevnum síðani at báturin kom uppí kappróður av fyrstan tíð í 1983