Aputræ
Aputræ (frøðiheiti - Araucaria araucana) (á donskum/norskum stundum Abernes skræk, enskum stundum The Monkey-puzzle Tree) er eitt veturgrønt nálatræ ið kann gerast 40 metur høgt og 2 metur í diametur. Træið er upprunavøkstur í Suður-Mið Kili (Chile) og Vestur-Mið Argentina.
Aputræ Araucaria araucana er tað harðførasta slagið í nálatrø ættini Araucaria. Av tí at slagið hoyrir til frumtrøini (eitt av heimsins elstu núlivandi), verður tað stundum lýst sum ein "livandi steinrenning" (fossil).
Aputræið er tjóðartræ í Kili (Chile).
Aputrø eru gróðursett i Føroyum í urtagørðum og viðarlundum, og eru harðfør her.