Apokatastasis
Apokatastasis er læran um at øll menniskju venda aftur til tað upprunaliga sæla samfelagið við Guði; Guðs ríkis endaliga sigur. At við enda tíðarinnar fer at henda ein endurreisn av øllum lutum, ein "ævig sáttargerð", har alt samalt aftur verður sett í sín uppruna, við einleika og reinleika. Hugtakið ber í sær at øll menniskju verða sæl hin eina dag. Henda apokatastasislæra varð fordømd sum kættarí av kirkjuni í ár 553, men hevur stungið høvdið uppundan aftur í ávísum tíðarbilum gjøgnum søguna, til dømis hjá nøkrum gudfrøðingum ortodoksu kirkjuni og tíðliga í 1800-talinum við týska gudfrøðinginum Friedrich Schleiermacher. Hon mótsigur teimum ápostólsku skriftunum, teimum aldargomlu trúarorðunum, ið eru komin sum fylgja av falslæru (t.d. nikensku trúarjáttanina). Apokatastasis stríðir móti trúnni á, at tað á dómadegi definitivt verður settur skilnaður millum tey sælu og tey glataðu. Læran er m.a. grundað á:
- "Táið tá alt er lagt undir Hann, skal Sonurin sjálvur eisini leggja Seg undir tann, ið legði alt undir Hann, fyri at Gud skal vera alt í øllum". Fyrra bræv Paulusar til samkomuna í Korint 15:28.
- "Tí Gudi líkaði, at øll fyllingin skuldi búgva í Honum, og við Honum at gera alt sátt við Seg - veri tað nú tað, sum á jørðini er, ella tað, sum í Himlunum er - táið Hann gjørdi frið við blóði kross Hansara". Bræv Paulusar til samkomuna í Kolosse 1:19-20.
- "Tí hevur Gud eisini sett Hann ógvuliga høgt og givið Honum navnið, sum yvir øllum nøvnum er, fyri at í navni Jesusar hvørt knæ skal boyggja seg, teirra, sum í Himli eru, teirra, sum á jørðini eru, og teirra, sum undir jørðini eru, og hvør tunga skal játta, at Jesus Kristus er Harri, Gudi Faðir til dýrd". Bræv Paulusar til samkomuna í Filippi 2:9-11.