Antonis Samaras (grikskt: Αντώνης Σαμαράς, føddur 23. mai 1951) er ein grikskur politikari og økonomur, sum hevur verið forsætisráðharri í Grikkalandi frá 2012 til 2015.

Antonis Samaras

Hann var fíggjarmálaráðharri í 1989, uttanríkisráðharri 1989-90 og aftur frá 1990-92. Hann er eisini kendur fyri at vera orsøk til at stjórnin hjá flokki hansara fall í 1993. Hann fór so úr flokkin, men í 2004 gjørdist hann aftur limur í flokkinum og í 2009 vann hann eitt tætt stríð um formanspostin. Hann var tann 7. leiðarin fyri flokkin, síðan flokkurin varð stovnaður í 1974. Í 2009 gjørdist hann eisini mentamálaráðharri. Hann hevur verið leiðari fyri konservativa flokkin Nýtt Demokrati til juli 2015 og hevur verið forsætisráðharri í Grikkalandi frá 20. juni 2012 til 26. januar 2015.[1]

Eftirmaður hjá Antonis Samaras sum forsætisráðharri í Grikkalandi gjørdist Alexis Tsipras.

Hygg eisini at

rætta

Keldur

rætta
  1. "Antonis Samaras sworn in as new Greece prime minister". BBC. 20 June 2012. http://www.bbc.co.uk/news/world-europe-18525538. Heintað 20 June 2012. 

Slóðir úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið