Annika á Lofti
Annika á Lofti (fødd í 1983, uppvaksin í Sandavági)[1] er ein føroysk listakvinna og filmsleikstjóri. Hon hevur havt fleiri listaframsýningar bæði í Føroyum og í Danmark. Hon er útbúgvin á Fatamorgana listaskúlanum í Keypmannahavn, 2006, og fór at lesa á Iceland Academy of the Arts í 2007.[2] Hon hevur eisini gingið á filmslistaskúla í Berlin. Annika hevur eisini roynt seg innan filmslist, og í desember 2012 vann filmur hennara Mist fyrstu Áskoðaravirðislønina á Geyta films-gallaveitsluni í Norðurlandahúsinum. Tað er Tórshavnar kommuna ið letur virðislønina, og áskoðararnir ið velja hvønn film ið teimum dáma best, og í 2012 fall valið á filmin hjá Anniku. Áskoðaravirðislønin var á 15.000 krónur.
Framsýningar - í úrvali
rætta- Ólavsøkuframsýningin 2002
- Ólavsøkuframsýningin 2003
- Copenhagen City Hall 2006
- Politikkens udstillings lokale Pressen 2006
- Ny Carlsberg Glyptotek 2006
- Ólavsøkuframsýningin 2007
- Leopold Museum 2008
- Summarframsýningin 2008
Heiður
rætta- 2012 - Vann Áskoðaralønina á fyrsta Geyta gallaveitsluni í Norðurlandahúsinum