Anna Mikkjalsdóttir

føroyskur borðtennisleikari

Anna Mikkjalsdóttir (fødd 1997) úr Trongisvági er ein føroyskur borðtennisleikari, ið spælir fyri TBF og føroyska borðtennislandsliðið. Hon hevur vunnið føroyameistaraheitið fleiri ferðir, bæði í smágentudeildini[1] unglinga-[2] og vaksnamannadeildini.

Lívsleið innan borðtennis rætta

FM í borðtennis rætta

Anna vann føroyameistaraheitið í 2011 í smágentudeildini[3] og í 2012 vann hon FM fyri kvinnur, og 2016[4] 2016[5] og silvur í somu kapping í 2014 og 2015.

HM 2014 í Tokyo rætta

Í mai 2014 luttóku Anna Mikkjalsdóttir, Henrietta Nielsen og Durita F. Jensen í HM í Tokyo fyri lið í borðtennis. Tær megnaðu at spæla seg víðari í fyrsta umfari og endaðu sum nummar 77 av 96 luttandi londum, og tað vóru tær nøgdar við.[6]

Arctic Open 2014 rætta

Frá 16. til 18. mai 2014 var borðtenniskapping hildin í Føroyum, kappingin nevnist Arctic Open og er fyri Føroyar, Ísland og Grønland. Føroyar vann liðkappingina hjá kvinnum í 2014. Árið fyri gjørdust tær nummar fýra, tá luttók úrvalslið úr Jyllandi eisini.[7]

Keldur rætta

  1. "btsf.fo - Anna Mikkjalsdóttir føroyameistari í smágentudeildini". http://www.btsf.fo/news-anna+mikkjalsdottir+foroyameistari+i+smagentudeildini.htm. Heintað 2015-01-28. 
  2. "btsf.fo - Her eru úrslitini fyri FM hjá kvinnum í borðtennis.". http://www.btsf.fo/news-her+eru+urslitini+fyri+fm+hja+kvinnum+i+bordtennis.htm. Heintað 2015-01-28. 
  3. - Facebook.com, deilt leinkja frá Borðtennissambandinum.
  4. "vev.fo - skrivað hevur btsf.fo - 15.04.2012". http://www.vev.fo/20120415+btsffo+anna+mikkjalsdottir+nyggjur+foeroyameistari.html. Heintað 2015-01-28. 
  5. portal.fo - Tvøroyrar Borðtennisfelag vann nógv í vetur, skrivað hevur Niels Petersen 7. apríl 2016. Heintað 14. apríl 2016.
  6. in.fo - Spældu seg víðari í HM - Føroyska borðtennislandsliðið hjá kvinnum stóð seg væl í HM-kappingini í Tokyo.[deyð leinkja]
  7. "btsf.fo". http://www.btsf.fo/news-foroysku+kvinnurnar+hava+longu+vunnid+fyrsta+gullmerkid.htm. Heintað 2015-01-28.