Anna Malan Jógvansdóttir
Anna Malan Jógvansdóttir (f. 8. apríl 1995) er rithøvundur. Hon er útbúgvin á Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn (2016 - 2018), har einans fýra føroyingar undan henni hava gingið[1]. Hennara yrkingar eru merktar av hugvísindaligum samtíðarlýsingum, sum vísa eitt tilvit um egnan leiklut í tilveruni.
Sum 21 ára gomul, fekk hon sína fyrstu virðisløn, Mentanarviðisløn Landsins, fyri ungt listafólk, sum verður latin fyri at stuðla ungum í teirra listaliga arbeiði. Virðislønin varð latin fyri hennara fyrsta yrkingasavn Undirfloyma frá 2015, sum hon hevði skrivað og listprýtt.
Í 2020 fekk hon eisini handað Ebbu-virðislønina, fyri skaldsøguna Psykosudrotningin sigur frá[2]. Ebbu-virðislønin verður latin ungum rithøvundi, sum hevur sýnt serligar gávur, og verður latin av Rithøvundafelagi Føroya.
Útgávur
rættaVirðislønir og gávugóðs
rættaKeldulisti
rætta- ↑ Simonsen, Kim (2017). Tendenser i Færøsk poesi í NORDISK SAMTIDSLYRIK, Ole Karlsen & Hans Kristian Rustad, Aalborg Universitetsforlag, Aalborg.
- ↑ Evensson, Petur Hjalmar (27-07-2020). "Anna Malan fekk EBBU-virðislønina - 2020". In.fo. https://www.in.fo/news-detail/news/anna-malan-fekk-ebbu-virdisloenina-2020/. Heintað 24-11-2020.[deyð leinkja]