Anna Grodzka
Anna Grodzka (fødd 16. mars 1954 í Otwock sum Krzysztof Bogdan Bęgowski[1]) er ein pólskur politikari. Anna Grodzka er transkynd og er tann fyrsti transkyndi persónurin, ið varð vald inn í pólska tjóðartingið. Hon er útbúgvin innan kliniska sálarfrøði frá Univeristetinum í Warszawa. Hon var limur í Demokratisku vinstrafylkingini í fleiri ár, men noyddist at fara úr flokkinum, eftira hon stillaði upp fyri Palikotrørsluna í 2011. Hin 9. oktober 2011 varð hon vald inn í Sejm. Síðan juni 2014 er hon limur í tí grøna flokkinum Zieloni.[2]
Keldur
rætta- ↑ Anna Grodzka Archived 2014-02-19 at the Wayback Machine, bip.ipn.gov.pl
- ↑ rp.pl Archived 2014-10-20 at the Wayback Machine Anna Grodzka odchodzi z Twojego Ruchu 27. juni 2014