Andrea í Norðradali

Andrea Reinert (1894 - 1941), men vanliga rópt Andrea í Norðradali, var seymikona og yrkjari. Hon fór til Keypmannahavnar eina ferð í 1920'árunum, har hon lærdi til sjúkrarøktarfrøðing. Andrea í Norðradali seymaði fyri handilshúsið Crome & Goldschmidt og hevði seinni fína seymistovu sjálv. Í útisetablaðnum Búgvanum eru fleiri greinir eftir hana. Meðan hon livdi, vórðu tríggjar yrkingar prentaðar í Varðanum, og ein av teimum sigur frá sterkum upplivingarhugi og lívstrá. Hon var ung tá hon fekk tuberklar, sum hon at enda doyði av. Eftir deyða hennara vórðu tvær yrkingar prentaðar í Búgvanum, eins og søgan "Dreymurin" eisini varð prentað posthumt í Søgubókini (ritstjóri var Sigrið av Skarði). Mitt í 1930-árunum skrivar hon eina skaldsøgu, ið tó ongantíð varð liðug.

Skaldskapur

rætta
  • „Fráfaring" (yrk.), Varðin 1932, bls. 64.
  • „Sorg" (yrk.), Varðin 1934, bls. 43-44.
  • „Blómurnar í glugganum" (yrk.), Varðin, 1939, bls. 111.
  • „Duldur eldur í barmi inni" (yrk.), Búgvin, nr. 24, 1941.
  • „So fagurt er land mítt", sami Búgvi.
  • „Dreymurin" (sø.) 1936, í Søgubókini, ritstj. Sigrið av Skarði Joensen, Tórsh. 1949, bls. 32-68.

Bókmentir

rætta
  • Minningarorð í Búgvanum nr. 17, 1941
  • Fyri fyrst; Malan Simonsen

Keldur

rætta