Ana Paula Arósio (fødd 16. juli 1975 í São Paulo) er ein sjónleikari og modell úr Brasil. Hon varð uppdagað longu sum 12-ára gomul, meðan hon var til handils. Hennara fyrsta arbeiði var fyri brasilsku fyritøkuna Stilo, saman við brasilska myndamanninum Paulo Sadao. Í 1989 flutti hon til Japan fyri at arbeiða sum modell. Eftir at hon hevði verið í fleiri hundrað sjónvarpslýsingum og víst sum kápumynd á nógvum tíðarritum, so byrjaði hon at arbeiða sum sjónleikarinna. Hennara fyrsta arbeiði sum sjónleikari var at spæla leiklutin sum Berenice í tí italska-brasilska filminum Forever, ið var leikstjórnaðr av Walter Hugo Khouri. Hennara debut í sjónvarpi var í einari telenovela, har hon spældi Amanda við Éramos Seis (We Were Six).

Ana Paula Arósio

Arósio gjørdist veruliga kend í Brasil í 1998, tá ið hon spældi hetjuleiklutin í Hilda Furacão (Hilda the Hurricane). Hilda Furacão var ein minirøð í brasilska sjónvarpsrásini Rede Globo, skrivað av Rede Globo. Sjónvarpsrøðin snúði seg um eina unga prostitueraða kvinnu í Brasil í 1950-árunum.

Lívsleið sum sjónleikari rætta

Leiklutir í sjónvarpsfilmum og sjónvarpsrøðum rætta

  • Éramos Seis (Vit vóru seks) (1994), Amanda
  • Razão de Viver (Reason of Living) (1996), Bruna
  • Os Ossos do Barão (The Baron's Bones) (1997), Isabel
  • Hilda Furacão (Hilda the Hurricane) (1998), Hilda Furacão
  • Mulher (Kvinna) (1998)
  • Você Decide (You Decide) (1998), Lena
  • Terra Nostra (Okkara Land) (1999), Giuliana
  • Os Maias (The Maias) (2001), Maria Eduarda da Maia
  • Brava Gente (Brave People) (2001), Madalena
  • Os Normais (The Normals) (2001), Carminha
  • Esperança (Vón) (2002), Camille
  • Celebridade (Celebrity) (2003), Alice - serstøk luttøka
  • Um Só Coração (Eitt einsamalt hjarta) (2004), Yolanda Penteado
  • Mad Maria (2005), Consuelo
  • Páginas da Vida (Síður í lívinum) (2006), Olívia
  • Ciranda de Pedra (Ringar av steinum) (2008), Laura Toledo
  • Na Forma da Lei (2010), Ana Beatriz

Leiklutir í spælifilmum rætta

  • Per Sempre (Forever) (1991), Berenice
  • Os Cristais debaixo do trono (The Cristals Beneath the Throne) (2001)
  • Celeste e Estrela (Celeste and Estrela) (2005), móttøkufólk á einum flogvølli
  • O Coronel e o Lobisomem (The Colonel and the Werewolf) (2005), Cousin Esmeraldina
  • Como Esquecer (2010), Júlia
  • Anita e Garibaldi (2013), Anita Garibaldi[1]

Leiklutir í sjónleikarhúsum rætta

  • Casa de Bonecas (House of Dolls) (2002), Nora Helmer
  • Diário Secreto de Adão e Eva (The Secret Diary of Adam and Eve)
  • Harmonia em Negro (Harmony in Black)
  • Fedra (Phedra)
  • Batom (Lipstick)

Heiðurslønir rætta

Ár Heiðursløn Bólkur Verk Úrslit
1998 Troféu Imprensa Revelation of the year Hilda Furacão Vann
1999 Besta filmsleikarinna Terra Nostra Vann
2002 Besta filmsleikarinna Esperança Vann
2004 3rd Film Festivalur í Varginha Besta stuðlandi filmsleikkvinna Celeste & Estrela Vann
2005 Prêmio Contigo, Brazil Besta stuðlandi filmsleikkvinna O Coronel e o Lobisomem Vann

Keldur rætta

  1. http://cinema.uol.com.br/noticias/redacao/2013/12/05/dinheiro-foi-o-problema-para-concluir-anita-e-garibaldi-diz-produtor.htm

Slóðir úteftir rætta