Flagg Sambandsríkið Amerika

(Ávíst frá Amerikanska flaggið)

USA hevur sítt egna flagg, sum verður nevnt Stars And Stripes. Á amerikanska flagginum eru 50 stjørnur, ein til hvørt ríki, og reyðu og hvítu rendurnar eru til minnis um tey 13 ríkini, ið stovnaðu USA. Í fyrsta amerikanska flagginum vóru 13 stjørnur og 13 strípur. Upprunaliga vóru 13 státir í 1776. Tað er ólógligt í USA at lata flaggið nerta við jørðina ella at vinda tað á stong í vánaligum veðri. Flaggið má altíð verða viðfarið við virðing. Skúlabørn í Amerika skulu svørja, at tey eru trúgv ímóti hesum stykkinum av toyi hvønn morgun. Betsy Ross er seymikona, sum sambært søgnini teknaði fyrstu skitsuna til amerikanska flaggi í 1770-unum.

Upprunaflaggið hongur í San Francisco.
Á núverandi flagginum er ein stjørna fyri hvørt ríki. Tær reyðu og hvítu strípurnar umboða tey 13 londini, sum stovnaðu USA.

Hygg eisini at

rætta
 
Wikimedia Commons logo