Alvesta er ein býur í Alvesta kommunu í Kronobergs län í Smálandi, Svøríki. Í 2010 var fólkatalið í býnum 8.017.[1]

Alvesta

Alvesta er ein miðdepil fyri jarnbreytina í Smálandi. Jarnbreytastøðin varð bygd í árunum 1907-1909 og býurin hevur beinleiðis toksamband til Keypmannahavn við Oyrasundstokinum, túrurin tekur 1,5 tíma. Til Stockholm og Malmö ber til at taka X 2000, ferðatíðin til Stockholm er 3 tímar, meðan túrurin til Malmö við X2000 ella Oyrasundstokinum tekur umleið 1,5 tíma.

Keldur rætta

  1. Tätorter 2010

Slóðir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


  Hendan greinin um Svøríki er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana