Alphabeat er ein danskur tónleikabólkur. Alphabeat hevur sín uppruna í danska býnum Silkeborg. Fyrstu árini spældu tey undir navninum Sodastar, men skiftu so til núverandi navn. Alphabeat gav í 2007 sína fyrstu fløgu út, og hon fekk sera góð ummæli í donskum miðlum. Ummælarar vóru ovurfegnir um tann glaðan og fangandi popptónleikin hjá bólkinum. Sangir sum 10.000 Nights Of Thunder og Fascination hava verið stór hitt. Í 2007 flutti bólkurin til London, og har skuldi grundarlag skapast fyri einum størri evropeiskum gjøgnumbroti. Og tað er væl ávegis. Alphabeat stormar fram, fólk flokkast á konsertunum hjá teimum. Tónleikarásin MTV roknar við, at Alphabeat fer at gerast eitt av teimum heilt stóru nøvnunum í Evropa í 2008.

Alphabeat

Limir rætta

Slóðir úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið