Almannastovan var ein almennur stovnur í Føroyum við deildum í Havn, Klaksvík og Tvøroyri. Hin 1. apríl 1975 varð málsøkið sosial umsiting yvirtikið av føroyskum myndugleikum, og Almannastovan varð sett á stovn.

Hin 1. juli 2011 boðaði Almannamálaráðið við Rósu Samuelsen sum landsstýriskvinnu, at hon fór undir eina tilgongd við at leggja stovnarnir Almannastovuna og Nærverkið saman til ein nýggjan stovn. Nevnt var í tíðindaskrivinum, at tað vóru á leið 1400 ársverk í Nærverkinum og 100 fólk á Almannastovuni.[1]

Navnið á nýggja samanlagda stovninum er Almannaverkið.

Keldur rætta

  1. amr.fo - Almannastovan og Nærverkið leggja saman
  • Almannastovan er komin - Sosiala deildin er farin. Í: Myndablaðið NÚ, nr. 4, 1975