Alfred Hitchcock
Alfred Joseph Hitchcock (føddur 13. august 1899, deyður 29. apríl 1980) var ein enskur filmsleikstjóri. Hann varð føddur í Leytonstone í London, og doyði í Los Angeles í USA. Tveir av kendastu filmum hansara eru Psycho og The Birds.
![](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/2/2b/Alfred_Hitchcock_NYWTSm.jpg/250px-Alfred_Hitchcock_NYWTSm.jpg)
Alfred Hitchcock gjørdist kendur kring heimin fyri sjónvarpsrøðirnar Alfred Hitchcock Presents og The Alfred Hitchcock Hour. Áðrenn og eftir hvønn part viðmerkti hann partin á ein skemtingarsaman og ofta eitt sindur groteskan hátt.
Hann fekk íblástur frá týskari ekspressionismu og fór í gongd við at leikstjórna filmar í heimlandinum Stórabretlandi, áðrenn hann byrjaði at arbeiða í Hollywood í 1939. Hitchcock leikstjórnaði meira enn 50 filmar árini 1922 til 1976 og í 35 av teimum sást hann í einum lítlum broti sum ein persónur í mongdini.[1] Hann er kanska ein av teimum kendastu og best umtóktu filmsleikstjórunum nakrantíð. Hugskot hansara og ríkidømi at finna uppá hevur havt ávirkan á nógvar filmsskaparar, framleiðarar og sjónleikarar.
![](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/d/da/North_by_Northwest_movie_trailer_screenshot_%282%29.jpg/250px-North_by_Northwest_movie_trailer_screenshot_%282%29.jpg)
Filmarnir
rættaUpprunaheiti | Danskt heiti | Norskt heiti | Ár | Viðmerkingar |
---|---|---|---|---|
The Short Night | - | - | 1979 | Ikki liðugtgjørdur |
Family Plot | Den enes død... | Arven | 1976 | Síðsti lidni filmur hansara |
Frenzy | Vildt raseri | Frenzy | 1972 | Fyrsti filmur hansara, ið varð gjørdur í Stórabretlandi síðan 1939 |
Topaz | Topaz | Topaz | 1969 | |
Torn Curtain | Bag jerntæppet | Full alarm | 1966 | |
Marnie | Marnie | Marnie | 1964 | |
The Birds | Fuglene | Fuglene | 1963 | |
Psycho | Psycho | Psycho | 1960 | |
North by Northwest | Menneskejagt | Med hjertet i halsen | 1959 | |
Vertigo | En kvinde skygges | Vertigo | 1958 | |
The Wrong Man | Den forkerte mand | Feil mann | 1956 | |
The Man Who Knew Too Much | Manden der vidste for meget | Mannen som visste for meget | 1956 | Nýinnspæling av filmi hansara frá 1934 við sama heiti |
The Trouble With Harry | Hvem myrdede Harry? | Men... Hvem drepte Harry? | 1955 | |
To Catch a Thief | Fang tyven | Tyv fanger tyv | 1955 | |
Rear Window | Skjulte øjne | Vindu mot bakgården | 1954 | |
Dial M for Murder | Telefonen ringer kl. 23 | Ring politiet | 1954 | Einasti Hitchcock-filmur í 3-D |
I Confess | Jeg tilstår | Skriftemålet | 1953 | |
Strangers on a Train | Farligt møde | Farlig reisefølge | 1951 | |
Stage Fright | Lampefeber | Det store alibi | 1950 | |
Under Capricorn | Lady Henrietta, Farlige følelser | ?? | 1949 | |
Rope | Rebet | Repet | 1948 | |
The Paradine Case | Sandheden om mrs. Paradine | Sannheten om mrs. Paradine | 1947 | |
Notorious | Berygtet | Notorious | 1946 | |
Spellbound | Troldbunden | Trollbundet | 1945 | Inniheldur ein dreymasekvens gjørt av Salvador Dalí |
Bon Voyage | 1944 | Stuttfilmur | ||
Aventure Malgache | 1944 | Stuttfilmur | ||
Lifeboat | Redningsbåden | Livbåt | 1944 | |
Shadow of a Doubt | I tvivlens skygge | I tvilens skygge | 1943 | |
Saboteur | Mennesker bag din ryg | Sabotør | 1942 | |
Suspicion | Mistanken | Mistanke | 1941 | |
Mr. & Mrs. Smith | Lige børn leger bedst | 1941 | ||
Foreign Correspondent | Udenrigskorrespondenten | Kriminalreporter Jones | 1940 | Annar filmurin, ið Hitchcock gjørdi í USA |
Rebecca | Rebecca | Rebecca | 1940 | Fyrsti filmur, ið Hitchcock gjørdi í USA |
Jamaica Inn | Jamaica-kroen | 1939 | ||
The Lady Vanishes | En kvinde forsvinder | En kvinne forsvinner | 1938 | |
Young and Innocent | Ung og uskyldig | ?? | 1938 | |
Sabotage | Sabotage | 1936 | ||
Secret Agent | Hemmelig agent | 1936 | ||
The 39 Steps | De 39 trin | Mannen som visste alt | 1935 | |
The Man Who Knew Too Much | Manden der vidste for meget | Mannen som visste for meget | 1934 | Nýinnspældur í 1956 |
Waltzes from Vienna | 1934 | |||
Number Seventeen | 1932 | |||
Rich and Strange | Rig og mærkværdig | 1931 | ||
Mary | 1931 | |||
The Skin Game | 1931 | |||
Elstree Calling | 1930 | |||
Murder! | 1930 | |||
Juno and the Paycock | 1930 | |||
Blackmail | Pengeafpresning | ?? | 1929 | Fyrsti ljóðfilmurin bæði hjá Hitchcock og Stórabretlandi. Eisini innspældur sum stumfilmur |
The Manxman | 1929 | |||
Champagne | 1928 | |||
Easy Virtue | 1928 | |||
The Farmer's Wife | 1928 | |||
Downhill | 1927 | |||
The Ring|The Ring | Ringen | Ringen | 1927 | |
The Lodger | London-mysteriet | Hvem? | 1927 | |
The Mountain Eagle | 1926 | Burturblivin | ||
The Pleasure Garden | 1925 | |||
Always Tell Your Wife | 1923 | Stuttfilmur | ||
Number 13 | 1922 | Ikki liðugtgjørdur |
Keldur
rætta- ↑ Videouniversity.com - "Alfred Hitchcock's Cameo Appearances" Archived 2008-12-02 at the Wayback Machine Heintað 18. desember 2008