Alexander Fleming
Alexander Fleming (6. august 1881 – 11. mars 1955) vaks upp á einum skotskum garði, næstyngstur av 8 systkjum. Við arvaðum peningi hevði hann ráð til læknalestur, sum hann byrjaði uppá í 1901. Undir Fyrra heimsbardaga upplivdi hann trupulleikarnar við at lekja bruna hjá særdum hermonnum, og hann ynskti at framleiða ein heilivág við sama góða virkningi sum Salvarsan. Hetta eydnaðist honum, og í 1945 fekk Fleming saman við vísindamonnunum Florey og Chain Nobelheiðurslønina fyri at hava avdúkað grøðandi virkningin av penicillini. Tá Fleming í 1953 fekk lungnabruna, hjálptist hann sjálvur av penicillininum.
Slóðir úteftir
rætta- Hartmann-Petersen, Preben: Alexander Fleming og penicillinet. Polyteknisk forlag, 2006