Absalon Absalonsen (føddur 20. juli í 1939 í Vági) er føroyskur rithøvundur og listamálari. Hann er útbúgvin skipari (1961) og hevur siglt nógv sum yvirmaður, mest sum skipari. Hann gavst við at sigla í 1996.[1] Absalon er sonur Marius Absalonsen, sum var ættaður av Viðareiði, og Fridu, fødd Mikkelsen úr Vági. Absalon og kona hansara Elsa fluttu úr Vági til Havnar at búgva í 1996. Absalon hevur málað nógv, serliga síðan hann gavst at sigla. Hann hevur havt fleiri listaframsýningar ymsastaðni í Føroyum.[2]

Útgávur rætta

Á forlagnum Løkur Lítli rætta

Á forlagnum Løkur Lítli, sum Absalon sjálvur eigur, hevur hann givið út fylgjandi rit, ið hann sjálvur hevur skrivað:

  • 2000 Løkur Lítli - Yrkingasavn
  • 2004 Hjálpt úr neyð - Skaldsøga
  • 2005 Sornhúsfólkini (framhald av Hjálpt úr neyð), skaldsøga
  • 2006 Jóan Petur hjá Mouritsi (Ævisøga)
  • 2008 Umsett og givið út dokumentarsøguna Ein minnilig nátt - søgan um Titanic - eftir Walter Lord

Týðingar rætta

  • 2000 Absalon umsetti bóklingin George Müller, sum forlagið Leirkerið gav út.

Keldur rætta

  1. "Rit.fo, (trýst á + við navnið Absalon Absalonsen)". http://www.rit.fo/support. Heintað 2011-11-03. 
  2. Tvoroyri.fo (google dokument, jóansøkuskráin 2007)