Hetta er seinasta plátan Beatlarnir spældu inn. Let It Be, sum kom út í 1970, varð innspæld eitt hálvt ár undan Abbey Road. Allir sangirnir eru skrivaðir av Lennon/McCartney um einki annað er viðmerkt.

Myndin av Beatles á Abbey Road er helst ein hin kendasta nakrantíð. 9. august 2009 klokkan 10.35 eru fjøruti ár liðin, síðan hon varð tikin. Upprunaliga Abbey Road myndin er ein av átta myndum, sum er varðveitt. Talan var um eina røð av myndum, ið vóru tiknar henda fyrrapart fyri fjøruti árum síðan, men bert átta eru framvegis til. Teir fýra limirnir í Beatles, John Lennon, Ringo Starr, Paul McCartney og George Harrison, fóru úr upptøkuhølunum í Abbey Road 3 í London henda fyrrapart í 1969. Teir vóru júst lidnir at spæla inn tað, sum skuldi vísa seg at vera síðstu innspælingar, teir fýra gjørdu í felag. Á gøtuni uttanfyri stóð myndamaðurin Iain Macmillan (20. oktober 1938 - 8. mai 2006) til reiðar á einum lítlum palli, meðan ein løgreglumaður støðgaði ferðsluni. Í úti við fimtan minuttir gingu beatlarnir aftur og fram eftir gonguteiginum, meðan Macmillan tók myndir. Ein av hesum myndum gjørdist so forsíðan á einari av heimsins kendastu plátum.

Spælilisti

rætta

Síða A

rætta

Síða B

rætta
  • Here Comes The Sun (George Harrison)
  • Because
  • You Never Give Me Your Money
  • Sun King
  • Mean Mr Mustard
  • Polythene Pam
  • She Came In Through The Bathroom Window
  • Golden Slumbers
  • Carry That Weight
  • The End
  • Her Maesty
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið