Ítróttarhøllin í Trongisvági

Ítróttarhøllin í Trongisvági varð bygd fyrst í 1980'unum. Høllin er ikki bara ein ítróttarhøll, har er eisini skúli og kantina og stórt felagshøli umframt stórur gangur. Í kjallaranum er barnagarður og frítíðarskúli. Síðan høllin varð tikin í brúk hevur hon verið brúkt til nógvan ymiskan innandura ítrótt t.d. flogbólt, borðtennis, fimleik, hondbólt og innandura fótbólt. Ítróttarhøllin verður eisini brúkt til onnur endamál enn ítrótt, eitt nú til almennir fundir, undirhald vm., sum krevja stór hølir, t.d. valfundir, dans, konsertir, sølustevnur, famijutiltøk, barnatiltøk, sirkus og mangt annað. Ítróttarhøllin er onkuntíð karmur um bilaframsýningar[1] og sølustevnur.

Ítróttarhøllin í Trongisvági og býarparturin Í Húsgarði.
Flogbólts landsdystur inni í ítróttarhøllini í Trongisvági 13. november 2011 millum Føroyar og Ísland U19 dreingir.

Kampingpláss

rætta

Parkeringsøkið sunnanfyri Ítróttarhøllina í Trongisvági er eisini kampingpláss.[2]

Keldur

rætta
  1. Sportal.fo
  2. "Visitsururoy.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-08-07. https://web.archive.org/web/20160807104329/http://visitsuduroy.fo/uk/index.asp?pID=%7B02F39E04-B220-4FDB-9F36-CEB69B359E3C%7D. Heintað 2010-10-18. 

Útvortis ávísingar

rætta