Áarvegurin
Áarvegurin er í Havn og gongur frá Vaglinum oman á Kongabrúnna. Har sum Áarvegurin er, rann áður Havnará mitt gjøgnum býin, men nú rennur hon undir vegnum. Tosað hevur verið um at lata Havnará upp aftur, men tað fer at kosta mikið stríð at reinsa hana, so hon verður snøgg á at líta aftur.