Wikipedia:Í dag
Tann 18. mai:
- 1499 - Alonso de Ojeda setir segl og fer um Atlantshav til økið sum fær navnið Venesuela frá honum.
- 1652 - Rhode Island bannar trælahald, men lógin verður ikki hildin.
- 1803 - Stóra Bretland meldar kríggj ímóti Frakland.
- 1980 - Toppurin av gosfjallinum Mount St. Helens í amerikanska statinum Washington sprongdist í luftina. 57 fólk lata lív.
- 1993 - Ófriður tekur seg upp í Keypmannahavn eftir ein ES -fólkaatkvøðu. 113 byrsuskot verða skotin av løgregluni ímóti mótmælarunum og 11 fólk verða særd.
- 2005 - Ein mynd frá Hubble rúmdarteleskopinum prógvar at Pluto hevur 2 mánar, ið nevnast Nix og Hydra.
- 2019 - Niðurlond vinna ársins útgávu av Eurovision Song Contest.