Eitt virus er ein undir-mikroskopiskur partikkul (millum 20 og 300 nm) sum kan smitta eina kyknu í einari lívfrøðiligari veru. Eitt virus kan bert nøra seg við at smitta eina vertkyknu, sum kunnu verða bæði prokaryotar (t.d. bakteriukyknur) og eukaryotar (t.d. djórakyknur). Nógv virus elva til sjúkur í menniskjum og djórum. Viðgerð er trupul, tí antibiotika nyttar ikki og fá sløg av heilivági finnast, ið virka ímóti virusum.

Influenza A virus, eitt (-)ssRNA virus, undir elektronmikroskopi.
Ebola virus, eitt (-)ssRNA virus, undir elektronmikroskopi.

Samanseting rætta

Virus eru, í grundini, samansett av arvatilfari inni í einum proteinhylkið. Proteinhylkið er antin uppbygt sum ein spiralur, so virusið gerst avlangt (helicalt), ella eru proteineindirnar samansettar sum í einum fótbólti, so virusið er runt (icosahedralt). Tað finnast eisini kompleks virus sum hava hvørki av áðurnevndu skapum, men kunnu t.d. hava ein proteinhala ella ein annaleiðis vegg.

Nøkur hava eisini ein lipid dupultlag membran uttanum hylki; tey ið ikki hava verða kallaði nakin virus. Tað eru mest djóravirus, ið hava membran. Flestu virusir hava ikki egin ensymir, men tað eru tó nøkur sum hava. Ensymini hava ymiskar funktiónir, t.d. at framleiða DNA út frá RNA (revers transcriptase), bróta hol á bakteriuveggir (lysosym) og hjálpa virusinum at loysa seg frá kyknuni (neuraminadase).

Deiling rætta

Tá virus deila seg gongur tað fyri seg í 5 stigum:

  1. Íbinding: Virusið bindir til eina kyknu.
  2. Inntreinging: Virusið sendir sítt arvatilfar inn í kyknuna. Nøkur virus senda eisini proteinir sum tey brúka til at framleiða nýtt arvatilfar.
  3. Framleiðsla: Virusið nýtir ensymini hjá kyknuni til at framleiða sítt egna nýggja arvatilfar og proteinir.
  4. Samanseting: Arvatilfar og proteinir verða samansett til nýggjar viruspartiklar.
  5. Leyslating: Viruspartiklarnir verða leyslatnir frá kyknuni. Ofta doyr kyknan av hesum.

Flokking rætta

Virus verða ofta bólkaði eftir hvat teirra arvatilfar er og hvussu tey framleiða mRNA. (Baltimore flokkingin):

Sí eisini rætta

Keldur rætta

  • Michael T. Madigan, John M. Martinko, Brock Biology of Microorganisms, 11th Edition, 2006, Pearson Prentice Hall.
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið