Vincent Willem van Gogh (30. mars 185329. juli 1890) var ein niðurlendskur post-impressjónistiskur listamálari. Hann er ein av teimum mest týðandi listafólkunum í evropeiskari listasøgu. Hann teknaði longu sum smádrongur, men fór ikki at mála fyrr enn hann var síðst í 20'num. Tað seinasta 10-áraskeiðið av lívinum málaði hann einar 860 oljumálningar og gott 1300 vatnlitsmyndir, tekningar o.a.; hetta var áðrenn hann gjørdist sinnissjúkur og at enda doyði at einum skotsári. Tað var hildið, at hann skeyt seg sjálvan, sjálvt um man ikki fann nakað skotvápn. Hann var maniodepressivur og fekk psykosu.

Sjálvsmynd, málningur eftir Van Gogh

Van Gogh var ikki blivin kendur, tá hann doyði, tað bleiv hann ikki fyrr enn seinni. Hann hevur havt stóra ávirkan á onnur listafólk í 20. øld.

Verk rætta

Keldur rætta


Slóðir úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið