Viggo Peter Mortensen Jr. (borin í heim tann 20. oktober 1958 á Manhattan, New York City) er ein amerikanskt-danskur oscartilnevndur sjónleikari, tónleikari, yrkjari, málari og myndamaður. Hann er m.a. kendur fyri sín leiklut sum Aragorn í filmunum Ringanna Harri í 2001, 2002 og 2003.

Viggo Mortensen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 20. okt 1958 í/á Watertown
Alma mater St. Lawrence University
Starv filmsleikari, sjónleikari, myndatakari, yrkjari, høvundur, sangari, tónaskald, listamálari, manufacturer, sjónvarpsleikari, filmframleiðari, djasstónleikari, filmsleikstjóri, filmsrithøvundur
Politiskur flokkur Demokratiski Flokkurin
Foreldur móðir Grace Gamble Atkinson faðir Viggo Peter Mortensen
Mál Enskt mál, Spanskt mál, Italskt mál, danskt mál, Franskt mál
Dátuheiti
ISNI 0000000110296296
VIAF 75052789
LCAuth nr99025465
IMDB nm0001557
Commons Viggo Mortensen

Viggo Mortensen varð borin í heim í New York men búði á barnaárum sínum eisini í bæði Argentina, Venesuela og Danmark. Mamma hansara er amerikanari meðan pápin er dani. Han hevur tveir beiggjar, Walter og Charles Mortensen.

Hann var í 10 ár giftur við sjónleikarinnuni Exene Cervenka og saman eiga tey sonin Henry Mortensen.