Victoria (Alexandrina Victoria; 24. mai 181922. januar 1901) var drotning av tí Sameinda Kongaríki Stórabretland og Írland frá 20. juni 1837 og tann fyrsta keisarinnan av India frá 1. mai 1876 til sín deyðadag. Regeringstíð hennara sum drotning vardi í 63 ár og 7 mánaðir, og er longri enn hjá nøkrum øðrum bretskum monarki. Hon er tann higartil longststrýrandi kvinnuligi monarkurin í søguni. Alt tíðarskeiðið meðan hon stýrdi verður nevnt Victorianska tíðin. Hetta tíðarskeiðið var eyðkent av ídnaðarligum, politiskum, vísundaligum og hernaðarligum framburði í tí Sameinda Kongaríki Stórabretland og Írland.

Victoria drotning

Tá Victoria tók við trúnuni, var tað Sameinda Kongaríki longu sett á stovn sum eitt konstitutionelt monarki: regenturin hevði avmarkaða poliska ávirkan og framdi hana eftir ráðum frá forsætisráðharranum. Men hon var eitt týdningarmikið súmbol fyri sína tíð. Victoriutíðin er sermerkt við einari stórari øking av tí bretska imperinum; í tíðarskeiðnum náddi tað sítt hæddarpunkt, og gjørdist tann størsta globala stórmaktin yvirhøvur.

Victoria, sum stórt sæð var av týskari ætt, var dóttir Prins Edward Augustus, hertogi av Kent og prinsessu Victoriu av Sachsen-Coburg-Saalfeld, abbadóttir George 3. og bróðirdóttir Vilhelm 4., sum stýrdi áðrenn hana Hon fyriskipaði hjúnalag fyri tey nýggju børn hennara og 42 ommubørn yvir alt kontinentið. Tað bant Evropa saman og gav henni eykanavnið "Omma Evropu".[1] Hon var tann seinasti bretski monarkurin frá Hannover Húsinum; sonur hennara Kong Edvard 7. hoyrdi til Sachsen-Coburg-Gotha Húsið.

Keldur rætta

  1. Bók: Her Little Majesty: The Life of Queen Victoria, eftir Carolly Erickson, útgevari: Simon & Schuster, isbn=0-7432-3657-2, útgávurár: 1997
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið