Vest Pack er ein føroysk fyritøka, sum framleiðir plastposar, etikettir og ymiskt annað, mest av plast, tó er fyritøkan eisini heildarveitari av pakkitilfari, t.d. pappeskjur, blokkumsløg, pakkimaskinur osfr. Fyritøkan er í Vestmanna og varð stovnað í 1994.[1] Í 2013 varð fyritøkan heiðra av Vinnuhúsinum og varð valt til Ársins virki, sagt varð m.a. at Vest Pack útflytir umleið 20-25% av framleiðsluni.[2] Stjóri er Jákup Oluf í Skálum. Fyritøkan hevur umhvørvisgóðkenning og er ISO 9001 góðkend.

Keldur rætta

  1. "Vestpack.fo, Um Vest Pack". http://www.vestpack.fo/um-vest-pack. Heintað 2013-09-28. 
  2. "in.fo, Vestpack er Ársins virki". http://www.in.fo/news/vestpack-er-arsins-virki/. Heintað 2013-09-28. 

Slóðir úteftir rætta