Víkingur er eitt fótbóltsfelag í Eysturoy, sum varð stovnað í 2008, sum ein samanlegging av Gøtu Ítróttarfelag (stovnað í 1926) og Leirvíkar Ítróttarfelag (stovnað í 1928).
24. juli skrivaði Víkingur føroyska og evropiska fótbóltssøgu, tá liðið vann seinna dystin í øðrum undanumfari í Europa League 2-1 móti Tromsø IL á útivølli og gjørdist harvið fyrsta føroyska liðið nakrantíð, ið megnaði at leika seg í triðja undanumfar til Europa League kappingina. Málini hjá Víkingi gjørdu Bárður Hansen og Hallur Hansson.
Víkingur vann sítt fyrsta føroyameistaraheiti í mansfótbótli hin 22. oktober 2016 við 61 stigum, eitt stig frammanfyri KÍ, ið fekk 60 stig. Árið eftir, í 2017, endurvann felagið føroyameistaraheitið.