Vágshøll er ítróttarhøllin í Vági, sum er Vesturi á Eiðinum, beint við fótbóltsvøllin. Ítróttarhøllin var tikin í brúk í 1980. VB-húsið varð bygt í 1978, ítróttarhøllin og VB-húsið eru bygt saman, so gangast kann ímillum báðar bygningarnar.[1] Vágshøll verður brúkt til ymisk endamál, mest til ítrótt, men eisini til privatar veitslur, almennar móttøkur, dans og mangt annað. VB venur hondbóltur har og spælir heimadystirnir í høllini. Innandurafótbóltur verður íðkaður um veturin, flogbóltur og annar innandura ítróttur. Vágs Skúli, barnagarður, vøggustova, dagrøktin og frítíðarskúlin brúka eisini ítróttarhøllina.

Útsýnið yvir vestara partin av Vágsbygd. Vágshøll sæst vestanfyri Vatnið har vesturi á Vágseiði
Inni í Vágshøll, hondbóltsdystur í Sunset deildini (bestu kvinnudeildini) millum VB og Neistan 6. mars 20111.

Keldur rætta

  1. Sudurras1.com[deyð leinkja]

Útvortis ávísingar rætta