Tonglatari (frøðiheiti - Laminaria hyperborea) er ein av okkara størstu og ramligastu tarum, hann hevur sterkar, greindar rótfestur. Leggurin er stívur og óslættur - gamal tari er ikki sørt trækendur. Liturin er mestsum kastanjubrúnur. Tonglatari er 1-3 m langur fullvaksin, í Norður-Noregi er funnin 5 m langur tonglatari. Leggurin hevur nógvar slímræsur og rennur klár væta, tá skorið verður í hann. Blaðið er umleið 1 m langt, ofta við hjartavaksnari grund og við nógvum lepum í ovara enda. Tonglatari veksur, har djúpt er og helst nógv brim.

Laminaria hyperborea

Útvortis ávísing rætta