Tórur ella Hóri, norrønt Þórr, er tann sterkasti ásagudurin í norrønu gudalæruni. Hann verður stundum eisini róptur Ása-Tórur ella Øku-Tórur, og navnið, ið sipar til toruslátt, kemur av eldri (endurmyndaðum) germanskum Þun(a)raz. Hann er sonur Óðins og Jarðar. Kona hansara eitur Siv og børnini hjá honum eru Magni, Móði og Trúður. Hann eigur hamaran Mjølnir og við honum berjist hann mót tussum og risum. Kerran sum hann ekur í verður drivin av tveimum geitarbukkum. Við ragnarøk man Tórur berjast við Miðgarðsormin og teir verða hvørjum øðrum at bana.

Tórur hevur hamaran sín á hesi gomlu íslendsku mynd.

Tórur umtalast í mongum av Eddukvæðunum, t.d. í Hárbarðsljóðum har hann reypar av avrikum sínum.

Eg var á eysturleið,
bardist við jatnir,
illar gívrar
ið gingu á fjalli.
Fjølment hevði jatnaætt verið
um allir enn livdu,
so varð ongin
eftir í Miðgarði.

M.o. Tórshavn, Hósvík, Hórisgøta og hósdagur/tórsdagur eru nevnd eftir Tóri/Hóri.

Keldur rætta

Gudarnir í Norrønu gudalæruni

Æsir:

Andhrímnir | Baldur | Bragi | Dellingur | Forseti | Heimdallur | Hermóður | Høður | Hønir | Kvasir | Magni | Móði | Óður | Óðin | Summar | Svåsud | Tórur | Týr | Ullur | Váli | Ve | Víðar | Vili | Vetur

Ásynjur:

Eir | Fjørgyn | Fulla | Gevjun | Gersimi | Gná | Iðun | Lín | Lovn | Nanna | Noss | Sága | Siv | Sigyn | Snotra | Syn | Vár

Vanir:

Froyur | Froya | Frigg | Njørður | Máni | Sól

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið