Sundalagið kallast undir einum bygdirnar fram við sundinum millum Eysturoy og Streymoy av Eiði eysturoyarmegin til Hósvíkar streymoyarmegin. Hesar bygdir eru allar uttan Eiði savnaðar í Sunda kommunu. Syðri partur av sundunum, har fjørðurin breiðkast við Veðranes, kallast Tangafjørður, møguliga eftir Raktanga, sum stingur suður í fjørðin. Sunnast í Tangafirði eru Flesjarnar.